Jarðarferð

 

 

Hvat skal eg gera fyrst, tá ið ein doyr, sum eg varði av?
Set teg í samband við prestin í tí prestagjaldinum, har tann deyði búði síðstu tíðina.

 

Hvat prestagjald er talan um?
Suðurstreymoyar eystara prestagjald er: Tórshavn eystanfyri (mark eystantil: Tróndargøta)

 

Hvørjir eru prestarnir?
Uni Næs, dómpróstur. Tlf. 312436
Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur. Tlf. 237344​
Steintóra Gleðisheygg Joensen, sóknarprestur. Tlf. 23 73 32

 

Hvat skal eg sum avvarðadi gera, eftir at eg havi avtalað jarðarferðina við prest?

  1. Set teg í samband við gravara á tlf. 210570/254008 og boða frá, nær jarðarferðin verður.
    Um bønarhald verður, nevnir tú eisini hetta fyri gravaranum í sambandi við líkvognin.
  2. Fá eina kistu til vega á 353637 / 311723 / 299000.
  3. Gev presti deyðsváttanina.
  4. Er jarðarferðin úr kirkjugarðskapellinum, verður hetta avtalað við gravara og urguleikari skal finnast til tænastuna.
  5. Sálmar verða valdir saman við presti, tá ið samtalan er ímillum prest og avvarðandi.
  6. Avvarðandi taka sær av sangblaði, um tey avvarðandi ynskja tað.
  7. Avvarðandi finna sangarar til jarðarferðina.
  8. Avvarðandi finna berarar.
  9. Avvarðandi taka sær av pynti til kirkjuna/kirkjugarðskapellið.